tirsdag den 18. september 2018

Arbeitt í 1 ár

Eg siti her í kvøld og hugsi, í morgin 19.09.2018 er tað 1 ár síðani at eg byrjaði at vaska í Skúlanum við Løkin. Tað er sikkurt onkur sum hugsar, "1 ár er ikki so nógv at reypa yvir, tí eg byrjaði at arbeiða, tá eg var tannáringur." Eg vil siga at tað gevur meining fyri meg, hetta er fyrsta starvið hjá mær, sum vanligt arbeiðsfólk, har eg arbeiði fyri pengarnar.

Ì meir enn 10 ár, var eg ein av teimum sum fekk veiting frá almannaverkinum. Eftir mínari meining, ger almannaverki í so lítið fyri tann sum hevur mist vónina, lívsgleði og ikki hevur hug at kempa fyri einum betri lívið. Eg var til 4 starvsroyndir í øll hasi árini uttan tað hjálpti mær at fáa fast starv. Men tað skal eisini sigast at eg lærdi nógv har eg arbeiddi og eg møtti nógvum fittum fólkið.

Eg haldi at mannagongin hjá almannaverkinum er slett ikki í lagi, tá tað kemur til starvsroyndir. Sum nú er fert tú til arbeiðis somu tíð, sum tann, sum far fulla løn. Tú gert tað sama á arbeiðsplássinum og tú fert heim frá arbeiði, somu tíð sum tann, sum far fulla løn.  Man er í starvsroynd frá 3 mánanum til 1 ár, alt eftir hvussu tað gongur hjá tær. Men tú fart ikki fast arbeiði og ei heldur somu løn. Ì mínari verð var tað ikki nakað sum fekk meg at hugsa, eg má fara til arbeiðis. Hetta fekk meg heldur at føla meg óbrúkuliga, og tað var ikki serliga motoverandi fyri meg.

Eg haldi at tað burdi veri soleiðis at tú arbeiðir fyri tína mánarligu veiting í 3 mánar, síðani kundu tú, tín ráðgevið og arbeiðsleiðarin avgera, um tú kanst koma í fast starv. Hitt er bert at halda fólk fyri gjøldur. Kanska tað er gott fyri ein fyritíðar pensionistar, sum hava brúk fyri at koma út imillum fólk.

Tað einasta sum skuldi til hjá mær var, at eg fór til sálarfrøðing. Eg hevði so nógv órudd í mínum lívið, + angist. Hon hjálpti mær við øllum. Hvussu eg skuldi skriva eina umsøgn, hvat skuldi skrivast, hvussu eg skuldi takla at búgva í Runavík osfv. Hon trúði uppá meg, tá eg ikki trúði uppá meg sjálva. Tað var tað sparki eg hevði brúk fyri. Um hon lesur hetta, so skal hon bert vita, at hon hevur hjálpt mær, til eitt deiligt stað, og tað eri eg ótrúliga takksom fyri.

Eg trúgvi fult og fast uppá, at hevði eg ikki fari til sálarfrøðing, hevði eg enn verið í sama stað. Bangin, vónleys, og troytt av lívinum. Tað hjálpur mær uppá allar mátar, at hava eitt arbeiðið. At hava ein daglig dag, at brúka kroppin, at gera nakað fyri meg og míni.

Tað er ongantíð ov seint at broyta uppá okkurt, sum tú ikki trívist við. Um tað er tín liviháttur ella okkurt tú hevur sagt. Eg elski følisi av at vera troytt tá eg komi heim frá arbeiði. Tað merkir bara at eg havi gjørt okkurt til nyttu.

Ikki at gloyma, so havi eg góðar arbeiðs felagar, sum eru har um, eg ivist í onkrum, ella havi brúk fyri hjálp.

Vh, BY MARIA