onsdag den 14. november 2018

Manglar tær eitt salat til føðingardagin, ella veitsluhald?


Alt sum skal í er:

1-2 koppar suppuhorn

2-3 Várleykir

1-2 pk skinku álir

2 Bk Súrróma

3 Súp Majonesa

Smakka til við pipar og salt

1 tsk Paprika


Arbeiðis háttur:

Set suppuhorn at kóka til tey eru ligu ( stendur á pakkanum) Sker so várleykin í rundingar, og hakka teir smarri, og koyr í bollan. Alt tilfarið verður koyrt í bollan og rørt væl saman, smakka til við pipar og salt. Suppu hornini vera síla undir krananum tá tey eru ligu, og koyrd í bollan. Eg plagi at skola tey við køldum vatni áðrenn eg koyri tey í bollan.

OBS, À myndini havi eg brúk skrúvur ístaðni fyri suppuhorn + eg havi koyrt rækjur í eisini. Man kann faktist koyra meir í, alt eftur hvat man dámar.





Vælgagnist ;)