I dag fari eg at skriva eitt sindur um ótta og vetradeprasjón. Tað er nú soleiðis at nú dagarnir eru blivnir stuttir og kvøldini long, at tað ligga fleiri við deprasjón, sjàlv var eg ein teirra í fjør.
Eitt sum hjálpti mær nógv var at tosa um tað, eg havi altíð veri sera opin um mín ótta og erfaringar við at hava generaliseret angst, sum eisini verður kalla bekymring angst.
Eg kann minnast at eg arbeidi á vaskarínum í LSH, tá eg byrjaði at merkja mína deprasjón ordiliga, hvørjafer eg kom heim frá arbeiði fór eg í songina at totalt at gráta, tí eg var so troytt av at vera begrava við tonkum sum eg ikki kundi stýra, sum td. hugsaði eg nógv um hvussu órættvíst tað var at eg ikki kundi tað sum onnur kundi, og um at eg ein dag skuldi missa míni foreldur. Ja, eg bygdi mær keddar tankar tí eg var deprimera.
Eg vil eisini geva tykkum góð ráð:
Tað er sera umráðani at tú tosar um hvat tyngir teg dagliga, tosa við sjeikin/damuna, ella onkran sum tú følur teg tryggan at tosa við.
Hugsa um títt behøv fyrst, tá tað kemur til ótta, tað er eingin annar enn tú sum følur hvat tú megnar.
Eitt sum er balsam fyri kropp og sinn er at fara út ein túr, eisini um tað bert er at ganga í 5 min.
Tað sum hjálpti mær var, mindfullness og at tosa við ein sálarfrøðing.
Tað er ikki frítt at eg hugsi ofta um at stuðla onkrum sum hevur tað ringt, tí eg veit veruleikan hvussu hart tað er at vakna upp til somu tankar, og kanska eisini gera nýgg trøll í høvdinum. At ikki hatta sær út tí so nógv fólk eru júst har man skal. At ikki kunna sova tí man er bangin fyri at ikki at vakna aftur.
Tú sum hevur hesi trøllini í høvdinum, fortel teimum at tú kanst, tú ert nakað, og tú gevur aldrin upp.
Minst til tú hevur tað soleiðis, tí tú hevur veri for sterk so leingi, og tú kanst fáa eitt gott lív aftur. Tað einasta sum skal til er at tú sigur frá, tosar um tankarnar og hevur kærleika og stuðlan frá familju, vini ella partnara.
#túertikkieinsamøll #taderokeyikkiatveraokey
Beauty and Lifestyle by Maria Guttesen
Ingen kommentarer:
Send en kommentar