Tað er eingin loyna at tað er hart at yvurliva viðhvørt, og viðhvørt kann tað kennast sum tú stendur púra einsamøll í hesu stóru verð. Men soleiðis er tað nú virkuliga ikki, tú ert aldrin einsamøll um tú lovar fólkið inn, og loyvur teimum at hjálpa tær. Eg kann tosa út frá mær sjálvari nú, eg føldi meg nakað so einsamalla, tí tað føldist ikki sum nakar forstóð meg, vegna ótta o.a.Eg fór so til sálarfrøðing, og hetta hevur hjálpt mær at skilja meg sjálva betur, eg kann forklára øðrum hvussu eg havi tað. Tað følist nakað so gott, at eg havi eina at tosa við og hon hjálpur mær at koma ígjørnum ótta o.a.
"I will not beg you for your time or try to convince you to choose me, the world is too big and i have too much to offer."
Fyri tíðina, so følist tað sum eg brúki for nógva tíð og orku uppá ting sum gera meg kedda, tað er okey at vera kedd viðhvørt, men tú fart ikki tað stóra burtur úr tí. Ì staðin fyri at brúka orkuna uppá at vera kedd og ólukkulig, so brúka hana uppá at byggja teg sjálva upp, tú hevur eisini brúk fyri at føla lukku og uppliva verðina uppá ein positivan máta.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar