onsdag den 7. juni 2017
Tað at vera "bonus" mamma!
Tað at vera "bonus" mamma, hoyrur man ikki tað stóra um í Føroyum, hví tað er soleiðis, veit eg ikki?
Nú er tað soleiðis at sjeikurin hjá mær, hevur ein son uppá 2 ár.. Hann elskar at vera her saman við okkum, sum vit eisini eru ordiliga glað fyri.
Nú er tað soleiðis at eg og pápin komu saman eitt sindur áðrenn beiggin bleiv føddur, so eg havi so at siga veri í myndini allatíð, hóast ikki alíkavæl.
Eg veit at tað eru nógv konufólk og mannfólk, sum rýma tá tey fáa at vita at viðkomandi sum tey fjantast við, hava børn, tað skilji eg ikki heilt... kanska tí tey eru bangin fyri at binda seg og broytingum, ella møguliga hvat meiningin er frá hinari partinum er.. Eg kann vera erlig, og siga at tað hevur ikki altíð veri nemt, men tað er nógv broytt til tað nógv betra. Vit eru øll samd um at tað mest umráðandi er at beiggin hevur tað gott.
Eg vil siga tað at vera "bonus" mamma er nakað so deiligt, og gevandi.. áðrenn beiggin bleiv føddur, livdi eg sum ein uppá 16 ár, býnum hvørt vikuskiftið og óseriøs.. nú sigur tað mær ikki tað nógva at ganga í býnum hvørt vikuskiftið, kanska eisini tí eg eri blivin tað eldri.
Eg føli meg so heldiga at sleppa at vera ein partur av lívinum hjá teimum báðum.
"First i was alone, then i met your father.. then you came, and now we have each other"
Tá alt kemur til alt, so er tað sjálvandi pápin sum tekur sær av tí mesta, tá hann er hjá okkum og eg plagi at gera mat og vera uttanfyri í garðinum og spæla við teir báðar.
Tað riggar eisini ordiliga væl, haldi eg.. tí hann kemur jú her fyri at vera saman við pápa sínum.

Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar