lørdag den 15. juli 2017

At vera beauty blogger í Føroyum


Líka síðani eg var tannáringur havi eg haft stóran áhuga í vakurleika verðini, og tað havi eg enn. Eg kann minnast, at tá fólk spurdu meg um hvat eg vildi vera tá eg bleiv eldri, so var svari frisør. Hóast eg havi søgt 2 ferðir inná SIT, eri eg ikki sloppin inn og havi misti hugin til at royna aftur. Eg byrjaði so at hyggja eftur makeup videobrotum, inni á youtube. Serliga dámdi mær væl at hyggja eftur einari sum eitur Carli Bybel og smlx0. Eg helt at tær vóru so dugnaligar og eg bleiv nakað so imponera av mátanum tær sminkaðu sær uppá. 
                           

Àr 2013 byrjaði lítla systur mín at filma makeup videobrot, og hetta helt eg vera sera festligt at hyggja eftur, og helt eg hana vera gjarva, at tora at blaka videobrot út á facebook. Eg kann minnast, at eg segði við hana at eg hevði eisini vilja prøva hetta, men eg tordi ikki so væl. Hon segði at tað er bara at skíta á kritikkin tú far, og gera tað, tí tú heldur at tað er stuttligt.

Í Novembur 2014 byrjaði eg so í starvsvenging í einum makeup handli í Havn, og tá segði ein rødd í mær: hetta er tað tú vilt við lívinum. Eg sá hvussu tær sminkaði kundum, og var ímillum makeup hvønn dag. Eg sá væl nøgdar kundar koma og fara. Í Februar 2014 stovnaði eg mær so vakurleika bloggin Sminka By Maria, í fyrstani lagdi eg bara myndir út av mær sjálvari við makeup á. Eg kann minnast at eg helt tað vera undarligt at tosa við meg sjálva, um makeup á film, tá eg filmaði mítt fyrsta makeup video. Tað er tó nakað man venur seg við. Í dag havi eg 1340 fylgjarar á mínari facebook síðu. Eg fái eisini nógv rós fyri tað eg geri, bæði via beskeder og úti á gøtuni, og tað eri eg nakað so ótruliga takksom fyri. Eg eri eisini byrja at leggja videobrot út á mína youtube rás, sum eitur Beauty and Lifestyle By Maria Guttesen, har havi eg 59 fylgarir. í Jan 2016 byrjaði eg eitt samstarvs við makeup-online.dk har eg skuldi umboða teirra heimasíðu, og fekk makeup at testa og vísa framm, frá teimum.
                               

Eg skiftið navn á mínari facebook síðu og youtube rás, tí eg vildi útvíða tað eitt sindur til vakurleika, móta og lívsstíl. Eisini helt eg at tað fór at vera for fløkjasligt at halda skil á síðunum, um eg skuldi gera fleiri.
Mín dreymur beint nú er at gerast makeup artist, og arbeiða sum ein. Eg havi umhugsa at sminka fólkið fyri ein bíligan penga, men aftur her, hugsi eg um fólk ikki heldur vilja hava ein makeup artist enn ein youtubara. Eg hevði so ikki sagt nei, um eg fekk tann møguleikan.




Tað er eingin loyna at tað er dýrt at vera vakurleika bloggari ì Føroyum. Mest sum alt makeup sum eg eigi, havi eg keypt fyri mínar egnu pengar. Í Føroyum hevur tú ikki tær somu møguleikarnar sum í Danmark, har fáa td. bloggarir umbønir um at umboða teirra makeup merkið, so fólk kunnu koma at keypa. Eg havi prøva spurt handlar í Føroyum um samstarv, men flestu av teimum hava takka nei. Eisini havi eg spurt utlendskar heimasíður, har er so grundin tann at eg komi at betala so nógvan toll, um eg skal samstarva við tey. Beint nú kanst tú keypa fyri undur 300 kr, uttan at betala toll, og tað far man ikki nógv makeup fyri.


Mítt ráð til tín um tú vil gerast youtubari/bloggari er:

Hav gott ljós.

Tosa tíðuliga.

Hugsa tú gert hetta, tí tú elskar tað.




mandag den 3. juli 2017

6. heimaráð ímóti summar krím

Tað er tann tíðin av árinum, at nógv leggjast sjúk av summar krími. Eg komin við 6. heimaráðum hvat eg geri tá summar krími stendur uppá.

1. Eg taki Vialerg alt ári runt, eg taki 1 tablett hvønn morgun. Fekk eisini at vita á apotekinum at tað ger at eg ikki tørvi tann bláa heilivágin líka so ofta. Tað bláa heilivágurin er fyri astma anfall.

2. Eg drekki nógv vatn. Mær dámar væl vatn við sitrón smak. Tað reinsar fyri slím. Kroppurin hevur altíð gott av at fáa nokk av vatu.

3. Tá eg fari í song, busti eg altíð tennirnar væl, og fjerni alt plaggi (tað hvíta á tunguni) av tunguni.

4. Tað er eisini gott at fáa nokk av svøn, tá man er illa til passar. Kroppurin hevur brúk fyri hvíld.

5. Eitt sum eg eisini havi tiki til mín er lolly ísur, tá alt er hovna í munninum, hjálpur hetta sera væl. Fekk at vita frá einum arbeiðsfólkið á Lágargarð, at hon gav dóttur síni lolly ís, tá hon var dottin, fyri ikki at hovna so nógv.


6. Eitt sum eisini hevur hjálp mær tá nøsin er tipt, er saltvatn spreið.


Vónandi kunnu tit eisini brúka okkurt av hesum. 

søndag den 2. juli 2017

Ferðin til dk við Norrønu

Í blogginum í dag, fari eg at skrivað, um mítt upplivilsið við at ferðast í einum øðrum landið, ímeðan man stríðist við ótta. Hvat er gott og minni gott, koma tit eisini at lesa um. 

Sunnudagur umborð.

Dagurin er 18. Juni, eg og sjeikurin fara okkara fyrstu uttanlandað ferð saman. Eg eri bæði spent og nervøs. Tað skal heldur ikki vera nøkur loyna, at eg eri RÆTTULIGA óttafull. Tað er soleiðis, tá man hevur tað slag av ótta, sum eg havi, at man hugsar tað ringasta. Til dømis at gerast sjúk ella at eitt óhapp skal henda, tá vit koyra eftur motorvegnum.
Dagurin byrjar við, at vit fara tílja upp, og so til Klaksvíkar at fylga líkið. Eftir jarðarferðina fara vit til Havnar, har vit skulu umborð á Norrønu. Áðrenn vit fara umborð, fara vit inn á gólvið hjá foreldrunum, sum búgva í Havn. Eg føli hjarta hjá mær hamra av nervum sum tímarnir ganga. Eg fari oman til Súsannu systur mína, eg gráti av bangilsi. Súsanna sigur at eg skal nokk klára tað. Tíðin er nú komin, til vit fara at checka inn. Vit fara oman á farstøðina, har eg gevi eini kvinnu pass og ferðaseðilin hjá okkum. Vit stilla okkum í bilrøðina
. Báturin stendur til at fara kl 23.30, men av tí at tað er so nógv frakt, sum skal av í Føroyum, blíva vit seinka 1 tíma. 

Tað sum eg haldi vera ordiliga keðiligt, er at man far ikki nokk info ímeðan man situr í bilinum, sum síðu persónur. Man far jú, eitt P kort og eitt K kort, men eg havi ikki ánilsi yvir hvat eg skal við hesum kortum. Eg fái at vita frá vaktinum, sum gongur har, at eg skal ganga umborð. Hvønn veg, nær ella hví, fái eg ikki at vita. Eg blívi so bara sitandi í bilinum og eri um at gráta. Eg veit ikki hvat eg skal, tað er so ræðuligt, ikki at vita, hvat man skal. Knappliga kemur ein vaktur aftur og sigur, at eg kann bara sita í bilinum, ímeðan vit koyra umborð. Tá lættnar tað fyri mær. 

Komin á kamari umborð blívi eg rólig aftur, vit slappa av eina løtu. Seinni fara vit at hyggja runt umborð á skipinum, alt er tó lukka tí vit komu umborð, so seint um kvøldi. 


Mánadagur umborð. 

Umleið kl 8.00 fara vit upp at eta morgunmat, eg eti ikki tað stóra, tí eg havi ikki sovið tað nógva. Vit fara á kamari aftur eftur morgunmatin, og eg sovnið eina løtu. Umleið kl 10.00 fara vit í tax-free handilin at keypa góðgatið og so ganga vit runt og fregnast. 
Kvøldi kemur og vit seta okkum í barrina inni, Naust, at keypa eina bjór í part og spæla kort, Eyðun Nolsøe spælir. Vit sita har restina av kvøldinum.

Týsdagur umborð.

Umleið kl 8.00 fara vit upp, og fáa okkum morgunmat. Eftir morgunmatin, fara vit at pakka alt niður aftur, tí vit skulu vera úr kamarinum áðrenn, 9.30, so stavsfólkið umborð far vaska, áðrenn nýggj ferðafólk, koma umborð. Vit fara í bilin, og koyra so í land, tá Norrøna hevur lagt at, í Hirtshals. Tað er eitt sindur ringt at finna vegin, sum vit skulu koyra eftur. Hetta tí GPSarin var ikki vildi fara til tann vegin, vit høvdu fingið at vita, vit skuldu koyra eftir, og eftir motorvegnum, torði eg ikki. Vit finna tó røttu leið, og GPSarin, broytir eisini kós, so vit koma á rættan veg. Vit koma uppá pláss í summarhúsiðnum í Moseby/Pandrup. Seinni uppá kvøldi fara vit ein biltur til Blokhus Strand. Eg helt at tann strondin var sera vøkur. Eg eri eitt sindur órólig tað fyrsta kvøldi, og fari at leingjast heim tá vit skulu sova, so eg tendri mindfullness á Ipadinum, eina løtu, so eg fái sindur av frið í sálina. Tað hjálpur mær soleiðis at eg blívi meiri rólig, soleiðis at eg fái sovið.

Mikudagur í Danmark.

Vit fara tílja upp at eta og gera okkum síðani klár til at koyra til Aalborg. Tá vit koma til Aalborg, stilla vit bilin í einum parkerings kjallara og fara síðani á gongu gøtuna at shoppa. Tað er eitt sindur torført at finna gongugøtuna, men vit finna hana at enda. Vit fara millum annað inn í H&M, Salling og á McDonalds at eta. At koyra í Aalborg, er nokkso torført, tí har er so nógv vegarbeiðaði, og GPSarin vil ikki tað sama, sum vit vilja.. haha ;)
Vit finna tó heim aftur. Tá vit eru komin heim, fara vit at grilla. Veðrið er so sum so. Tað er sól, men nakað av vindið. Poul Eli hevur tendra grilluna, og hevur gjørt matin kláran. Hann stendur uttanfyri við grilluna, og ein fugl ungi dettur beint við hjá honum. Hesin lítið ungin gongur mestsum á grilluni, og Poul Eli rópar á meg, fyri at koma at síggja. Eftir eina løtu, flytir hann ungan, so hann kann sleppa aftur til mammu sína. Poul Eli biður meg passa grilluna, so fuglar ikki fara avstað við matinum, ímeðan fer hann at hyggja um kipsi er liðugt í ovninum inni. Ímeðan hann er inni, kemur ein giga stórur froskur sníkjandi inn í skúrin, har eg og grillin standa. Eg skríggji og rópið á Poul Eli. Hann spyr hvat hundin er á vási, og eg fortelji honum um hendan frosk. Hann flennur bara eftir mær og sigur at sovarit kann man rokna við, tá man er í dk. Hann fann ongantíð froskin aftur.


Hósdagur í Danmark.

Tað er morgun, og vit fara enn einaferð til Aalborg. Í dag ætla vit at fara í IKEA. Hetta er fyrstuferð eg og Poul Eli eru í IKEA yvirhøvur. Har er mega lekkurt og stórt, sera nógv at velja í. Vit keypa tó ikki tað stóra, 2 stk seingarsett bleiv tað til. Komin úr IKEA føli eg meg so svanga, og spyrji Poul Eli, um hann ikki kann koyra í McDonalds, hann so ger, men hann koyrir forbí og eg blívi irritera. Vit taka so tað avgerð, bara at fara í Aalborg Storcenter, sum er beint við síðunar av IKEA og McDonalds. Har keypi eg mær ein so vakran kjóla í Vero Moda, eisini keypa vit klæðir til sonin hjá sjeikinum í H&M. Í Aalborg Storcenter er Sunset, har taka vit avgerð um at fara at eta. Vit fara eisini ein túr inn í Bilka, sum eisini er í sentrinum, har havi eg heldur ikki veri inni fyrr, ein sera lekkur handil, við øllum man kann ynskja sær. Eftir alt okkara "keyparí" finna vit bilin aftur, og finna út aftur úr Aalborg, sum ikki altíð er so nemt. Vit koma heim aftur og kvøldi endar aftur við kort, og einari kaldari Breezer.


Fríggjadagur í Danmark.

Í dag taka vit tað meiri róligt. Vit fara ein túr til Aabybro, sum er tann tættasti býurin við Moseby. Vit fara út at eta á einari matstovu, og ein túr í Fakta at keypa mat inn. Tað er eisini Santa Hans Aften, og vit ætla at fara yvir til skúlan at hyggja eftir báliðnum, sum skal vera í skúlagarðinum. Vit fara yvir til skúlan, men føla okkum ikki so vælkomin, tað var líkasum sindur akward, tí tað er ein sera lítil bygd, har øll kenna hvønn annan, og so vóru vit bara har. Vit enda við at fara avstað aftur og koyra bara ein biltúr í staðin. Vit enda í Rødhus, og á strondini har. Hesin dagurin var eitt sindur avslappandi.


Leygardagur í Danmark.

Í dag er planurin at fara í Fårup Sommerland. Vit kanna pengar og prís, og finna útav, at tað hava vit ikki ráð til, so tann planin verður droppa. Eg vil so ístaðin til Aalborg, at keypa mær brillur. Vit avgera at fara til Aalborg, og parkera við Salling storcenter. Eg fari í H&M, sum er á gongugøtuni, beint við Salling, har eg finnið tær brillur eg vil hava, og keypi tær. Vit fara av gongugøtuni aftur, og inn í Salling. Í Salling er sera nógv uppá tilboð, so vit hyggja runt har eina góða løtu. Eg endi við at keypa mær eina blusu, sum eg eri sera glað fyri. Eftir hetta fóru vit heim aftur til Moseby. Ávegnum heim, keyptu vit døgura inn, so vit kundu fáa okkurt at eta.


Sunnudagur í Danmark.

Ì morgun eru vit ikki farin so tílja upp. Vit pakka kuffeti tí í morgin skulu vit umborð, so til Føroyar. Tað verður bert tikin av løttum í dag, koyra biltúrar í nærmasta økinum. Eg eri so spent at sleppa heim aftur. Eg havi ikki nógvan ótta nú..


Mánadagur í Danmark.

Kl 7.00 fara vit upp, vit skulu umborð á Norrønu kl 11.30, halda vit, og vilja vera har í góðari tíð. Vit koyra eftur motorvegnum, tí eg vil ikki blíva vilst og ikki náa bátin. Tá vit koma til Hirthals, er eingin bátur har. Vit hugsa at hann má ikki vera komin enn, so vit stilla okkum á eitt parkeringspláss beint við. Aftaná vit hava staði har eina løtu, fari eg inná netið, við telefonini, á eina heimasíðu sum eitur seatraffic.com, har síggi eg at Norrøna er tætt við Hetland. Hetta virkar sera løgi haldi eg, og ringi so til mammu. Hon sigur at hon sá Norrønu seint í gjárskvøldi fara avstað. Tá eg so havi lagt á, spyr Poul Eli meg hvat dato tað er í dag, eg sigi 26 Juni. Hann hyggur eftir ferðaseðlinum, og flennur. Vit skulu ikki umborð fyrr enn í morgin, 27 Juni. Eg fari so eisini at flenna, og vit mugu so pent, koyra heim aftur til summarhúsið. Vit koyra so heim, eftir veg 55, sum vit høvdu fingið at vita, vit skuldu koyra eftir, frá fyrsta degi. Poul Eli fekk so innstilla GPSarin eftir tí vegnum.


Týsdagur í Danmark og umborð.

Kl. 7.00 fara vit so aftur upp, hesaferð koyra vit eftir veg 55. Ein penur túrur. Vit koma til Hirtshals og klappa tá vit síggja at báturin liggur við keið. Vit fara beint at checka inn. Vit fáa at vita, at vit skulu stilla okkum í kø nr 6. Á keiðini sita 2 vaktir á hvør sínari súkklu, og hjálpa fólkið uppá pláss. Eg síggi at allir passaserar fara úr bilunum. Nú byrjar óttin aftur at koma hjá mær, eg biði so Poul Eli spyrja annan vaktin, um eg skal sita í bilinum ella hvussu. Hann rópar á ein vakt og spyr um eg skal sita í bilinum, tað skal eg ikki sigur Poul Eli. Og frata eg blívi bangin, eg skal í ein buss sjálv uttanlanda, eg havi aldrin prøva nakað slíkt fyrr og eg dugi nakað so illa at samskifta á donskum. Eg fylgi so bara aftaná fólkamongdini á keiðini, og hoyri at onkur tosar føroyskt. Eg fari so yvir til ein buss sum stendur Hjørring á. Eg spyrji ein vakt sum stendur uttanfyri bussin, um hetta er bussurin til Smyril Line, hann sigur ja, og vil síggja mítt P kort. Eg fari so inn í bussin, og hann koyrir allan vegin runt, sum tá bilarnir koyra í land. Tá blívi eg aftur bangin, tíðanbetur sita nakrir føroyngar aftanfyri meg, og eg spyrji so um eg eri í rætta bussi, tey siga ja og tey hava heldur aldrin prøva, at koyrt við bussi til bátin. Fyrr kundi man bara ganga umborð. Bussurin steðgar við rampina, og ferðafólkini fara úr bussinum. Eg gangi bara aftaná føroyingunum sum sótu aftanfyri meg, allanvegin í bátin. Tá eg eri komin inní bátin ringið eg beinanvegin til Poul Eli og sigi at eg eri komin uppá pláss, havi funnið kamari hjá okkum, men lykilin riggar ikki. Eg eri nakað so stolt av mær sjálvari. Eg seti meg so í barrina at bíða eftur Poul Eli, eg fái einki keypt mær tí pengarnir eru í bilinum. Eg siti har eina løtu, og tá hoyrist info í háttalaranum at báturin verður seinkaður 1/2 tíma, av tí at so nógv frakt skal við. Bilurin sleppur so ikki umborð fyrr enn tá eisini. Kl. 12.13 sigla vit ímóti Føroyum aftur. Vit velja so at fara beint inná kamari, at sova eina løtu. Vit mugu tó fyrst í informatiónina, og fáa lykilin aktiveraðan. Um kvøldi seta vit okkum í barrina, keypa eina bjór, og spæla kort.


Mikudagur umborð.

Vit fara upp kl 7.30, og fáa okkum morgunmat. Vit sita og slappa av umborð. Eru úti á dekkinum og hyggja eftir oyggjunum sum nærkast. Vit keypa okkum okkurt at eta frá Diner. Fara inn á kamari, leggja okkum at sova eina løtu, og hyggja í sjónvarp, sum er á kamaranum. Kl 17.30 leggja vit at á bryggjuni í Havn. Eg má ganga í land, tí tað eru so nógvir bilar umborð, og tað er alt ov trongt, til at sleppa inn í bilin, á dekkinum. Tað gongur fínt, at koma í land. Eg og Poul Eli hava avtala, at eg bara gangið beint heim til mammu, av tí at bilarnir skulu bíða í 25 min, áðrenn teir sleppa í land.



Saman um tikið var túrurin góður. Næstu ferð vit fara, hevði tað kanska verið hugnaligari, um man var fleiri fólk, og at vit høvdu sindur meiri pengar, so at vit kundu uppliva nøkur fleiri ting. Eg hevði nakað av angst, men ikki nakað sum eg tók skaða av. Eg eri ment nakað av túrinum. Eg veit væl nú, at tað ber væl til. Man behøvist ikki at ræðast tað ókenda.