lørdag den 15. juli 2017

At vera beauty blogger í Føroyum


Líka síðani eg var tannáringur havi eg haft stóran áhuga í vakurleika verðini, og tað havi eg enn. Eg kann minnast, at tá fólk spurdu meg um hvat eg vildi vera tá eg bleiv eldri, so var svari frisør. Hóast eg havi søgt 2 ferðir inná SIT, eri eg ikki sloppin inn og havi misti hugin til at royna aftur. Eg byrjaði so at hyggja eftur makeup videobrotum, inni á youtube. Serliga dámdi mær væl at hyggja eftur einari sum eitur Carli Bybel og smlx0. Eg helt at tær vóru so dugnaligar og eg bleiv nakað so imponera av mátanum tær sminkaðu sær uppá. 
                           

Àr 2013 byrjaði lítla systur mín at filma makeup videobrot, og hetta helt eg vera sera festligt at hyggja eftur, og helt eg hana vera gjarva, at tora at blaka videobrot út á facebook. Eg kann minnast, at eg segði við hana at eg hevði eisini vilja prøva hetta, men eg tordi ikki so væl. Hon segði at tað er bara at skíta á kritikkin tú far, og gera tað, tí tú heldur at tað er stuttligt.

Í Novembur 2014 byrjaði eg so í starvsvenging í einum makeup handli í Havn, og tá segði ein rødd í mær: hetta er tað tú vilt við lívinum. Eg sá hvussu tær sminkaði kundum, og var ímillum makeup hvønn dag. Eg sá væl nøgdar kundar koma og fara. Í Februar 2014 stovnaði eg mær so vakurleika bloggin Sminka By Maria, í fyrstani lagdi eg bara myndir út av mær sjálvari við makeup á. Eg kann minnast at eg helt tað vera undarligt at tosa við meg sjálva, um makeup á film, tá eg filmaði mítt fyrsta makeup video. Tað er tó nakað man venur seg við. Í dag havi eg 1340 fylgjarar á mínari facebook síðu. Eg fái eisini nógv rós fyri tað eg geri, bæði via beskeder og úti á gøtuni, og tað eri eg nakað so ótruliga takksom fyri. Eg eri eisini byrja at leggja videobrot út á mína youtube rás, sum eitur Beauty and Lifestyle By Maria Guttesen, har havi eg 59 fylgarir. í Jan 2016 byrjaði eg eitt samstarvs við makeup-online.dk har eg skuldi umboða teirra heimasíðu, og fekk makeup at testa og vísa framm, frá teimum.
                               

Eg skiftið navn á mínari facebook síðu og youtube rás, tí eg vildi útvíða tað eitt sindur til vakurleika, móta og lívsstíl. Eisini helt eg at tað fór at vera for fløkjasligt at halda skil á síðunum, um eg skuldi gera fleiri.
Mín dreymur beint nú er at gerast makeup artist, og arbeiða sum ein. Eg havi umhugsa at sminka fólkið fyri ein bíligan penga, men aftur her, hugsi eg um fólk ikki heldur vilja hava ein makeup artist enn ein youtubara. Eg hevði so ikki sagt nei, um eg fekk tann møguleikan.




Tað er eingin loyna at tað er dýrt at vera vakurleika bloggari ì Føroyum. Mest sum alt makeup sum eg eigi, havi eg keypt fyri mínar egnu pengar. Í Føroyum hevur tú ikki tær somu møguleikarnar sum í Danmark, har fáa td. bloggarir umbønir um at umboða teirra makeup merkið, so fólk kunnu koma at keypa. Eg havi prøva spurt handlar í Føroyum um samstarv, men flestu av teimum hava takka nei. Eisini havi eg spurt utlendskar heimasíður, har er so grundin tann at eg komi at betala so nógvan toll, um eg skal samstarva við tey. Beint nú kanst tú keypa fyri undur 300 kr, uttan at betala toll, og tað far man ikki nógv makeup fyri.


Mítt ráð til tín um tú vil gerast youtubari/bloggari er:

Hav gott ljós.

Tosa tíðuliga.

Hugsa tú gert hetta, tí tú elskar tað.




Ingen kommentarer:

Send en kommentar