mandag den 3. juli 2017

6. heimaráð ímóti summar krím

Tað er tann tíðin av árinum, at nógv leggjast sjúk av summar krími. Eg komin við 6. heimaráðum hvat eg geri tá summar krími stendur uppá.

1. Eg taki Vialerg alt ári runt, eg taki 1 tablett hvønn morgun. Fekk eisini at vita á apotekinum at tað ger at eg ikki tørvi tann bláa heilivágin líka so ofta. Tað bláa heilivágurin er fyri astma anfall.

2. Eg drekki nógv vatn. Mær dámar væl vatn við sitrón smak. Tað reinsar fyri slím. Kroppurin hevur altíð gott av at fáa nokk av vatu.

3. Tá eg fari í song, busti eg altíð tennirnar væl, og fjerni alt plaggi (tað hvíta á tunguni) av tunguni.

4. Tað er eisini gott at fáa nokk av svøn, tá man er illa til passar. Kroppurin hevur brúk fyri hvíld.

5. Eitt sum eg eisini havi tiki til mín er lolly ísur, tá alt er hovna í munninum, hjálpur hetta sera væl. Fekk at vita frá einum arbeiðsfólkið á Lágargarð, at hon gav dóttur síni lolly ís, tá hon var dottin, fyri ikki at hovna so nógv.


6. Eitt sum eisini hevur hjálp mær tá nøsin er tipt, er saltvatn spreið.


Vónandi kunnu tit eisini brúka okkurt av hesum. 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar