Eg vil í dag fortelja tykkum eitt sindur, um Mindfullness virkar fyri meg? Hvussu gongur tað fyri seg? osfv. Hetta er alt bara mínar erfaringar við Mindfullness, og tað var í Januar í ár at eg prøvaði tað fyrstuferð.
Mindfulness er som et spejl du holder op foran dig selv. Et spejl der afslører alle dine kvaliteter, vaner, behov, instinkter, tanker følelser. Noget du har det godt med – andet du ikke har det godt med, noget du har svært ved at acceptere. De lyse sider og mørke sider. Accepten af det hele er nøglen i mindfulness og nøglen til udvikling. Når du først har set på og accepteret de mindre rare sider ved dig selv, fx jalousi, nærighed, egoisme osv. kan du begynde at arbejde med de sider. Når du erkender og accepterer dine negative reaktionsmønstre er det muligt at bryde dem. (levlykkeligt.dk)
Tit sum hava fylgt mær leingi á síðini, og kenna meg, vita at eg havi haft mínar degar við ótta, oftast hava teir veri ræðuligir. Eg kann minnast at eg tordi ikki eta ymiskan mat, eg tordi ikki at sovna, og eg hevði eitt sindur av sosialfobi. Næstan alt hetta er nú broytt til tað betra. Eg byrjaði so at ganga hjá einum sálarfrøðingi í Havn, sera dugnalig og fitt. Eg spurdi so sálarfrøðingin um hon ikki kundi geva mær nøkur amboð at hjálpa mær tá eg fekk ótta herindir, og tað kundi hon gott. Hon vísti mær so sína youtube rás, har hon hevði gjørt nøkur Mindfullness ljóðupptøkur, og so vóru tær eisini á Føroyskum. Eg fór so heim, og var sera spent uppá at vita um hetta hjápti mær yvurhøvur.
Tá eg so var komin heim, fór eg inn í kamari, koyrdi gardinunar fyri og lagdi meg í songina og dýnina uppá meg og eyguni aftur. Tað er umráðandi at tú ert heitur nokk og tað er friðarligt inni og so dámar mær best at tað er myrkt í rúminum. Eg tendri so tað fyrsta video, Bløð eftur ánni, sum gongur út uppá at hugsa um eina áð, sum er tryg at sita hjá, tað kann væl vera ein áð sum tú kennur væl, og so skal tú fyristilla tær at tú hevur ein bunka av bløðum sum eru dáttin av einum træði, á hvørt blað leggur tú ein tanka, tað er líka mikið um hann er positivur ella negativur, og so leggur tú blaði í ánna og letur tað flóta oman eftur ánni, uttan at skumpa til tað.
Tá ljóðbandi er liðgut, og eyguni eru komin upp aftur, er man eitt sindur linur, men avslappaður alíkavæl. Eg føli tað sum eg eri komin úr eina skel, sum persónurin sum lagdi seg at gera Mindfullness, er vaknaður úr tí kroppinum og so eri eg meir rólig eisini.
Man kann brúka Mindfullness til alt møguligt, at tapa seg, ótta, stress, leggja av at roykja osfv.
Eftur mínari meining hevur Mindfullness hjálpt mær ótrúliga væl at koma frá ótta herindir hvørt kvøld, til ikki ótta herindir í yvur 1 mána. Eg dugi at skilja bæði tankar og kroppin betur, og eg eri eitt við kroppin, tað sum sker tá tú fart ótta herindir er at kroppurin heldur at nú er vandi á fer, tí tankarnir siga tað og so blívur tú bangin. Eftur mínari meining burdi øll givið Mindfullness ein kjans.

Vh, Beauty and Lifestyle By Maria Guttesen
Ingen kommentarer:
Send en kommentar