tirsdag den 8. august 2017

"Kom bara við"

Eg eri júst vakna, eg siti í songini og havi koyrt hárið uppí ein fløkjasligan top.

Í dag havi eg hug at fortelja tykkum um mínar erfaringar við lívinum, tað er nú soleiðis at eg havi prøva nógv av hvørjum. Men í dag vil eg skriva mest um, at vera gentan í ikki hoyrur til.

Tað er aldrin eitt gott følisi at fáa at man ikki hoyrur til, men tað er kenslan eg føldi nógv sum tannáringur og eg kann eisini føla kensluna í dag bara ikki uppá sama máta. Í dag rópar eingin eftur mær, men eg føli meg ofta einsamall ímillum fólk. Men tá velji eg sum oftast at fara heim, eg vil ikki útseta meg sjálva fyri at føla meg veika og uppá ein ella annan hátt býtta. Eg havi bæði veri til føðingardegar o.a. har eg havi følt tað sum, eg eri bjóða við til føðingardagar tí sjeikurin er bjóðaður, men vit tíma faktist ikki at tosa við teg ella nakað. Eg veit sum oftast áðrenn hvar eg kann forvanta at sita fyri meg sjálva alt kvøldi, og nær fólk veruliga vilja hava meg við. Fólk siga ofta við meg, Maria, fyri tú skalt hava tað stuttligt, mást tú sjálv gera tað stuttligt. Tað kann væl vera, men hví bjóða mær við tá eg sjálv má undurhalda mær, er tað ikki verturin sum hevur ábyrd av at gestirnir hugna sær, í sínari veitslu? Tað vildi eg sagt. Eg vildi heldur ikki haft bjóða einum fólki, til at vera "pútan" í sofuni ímeðan eitt glas og annað fer niðurum við stóra borið í stovuni, har øll sita við einari kenning og tosa um lokalu fólkini í bygdini. Tá eg júst var flutt til Runavíkar, var eg nakað so irritera tá tosa var um fólk eg yvurhøvur ikki kendi, og so at spæla sjavs. Sum eg heldur ikki dugi, kortspæl hevur ikki veri nógv av í okkara familju, tað var mest ludo og sovurit. Eg havi tað ikki soleiðis í dag, sjeikurin sum oftast forklárar mær hvør er hvør, vit hava búð í Runavík í 1/2 ár nú, so eg veit nøkurlunda hvør er hvør.

Eg eri í dagligdegnum einsamøll, vinfólk havi eg næstan ongin, eg dámi væl at hava mína rotinu. Sjeikurin arbeiðir og eg eri heima, mær dámar væl at bakað og blogga. Mær dámar so væl at fáa frið.

Vh, Beauty and Lifestyle by Maria Guttesen


Ingen kommentarer:

Send en kommentar