Ímeðan siti eg og hugsi um mín beauty blog, hvar fór øll tíðin og hvussu fái eg tíð til at hava hann.
Status er at eg eri ikki heimagangandi meir, og eg eri heldur ikki avhangi av almannaverkinum meir, ja, eg eri byrja at arbeiða fyri pengarnar sum eg fái. Eg eri so páva stolt av mær sjálvari. Beint nú føli eg slett ikki at eg havi tíð til nakað sum helst, hóast eg bert arbeiði 25 tímar um vikuna. Arbeiðsdagurin hjá mær byrjar uml. Kl 14 og eg eri ikki heima aftur fyrr enn um 19 tíðina, tá eri eg nakað so troytt og havi bert hug at sita framman fyri sjónvarpinum og bobla. Hetta er eitt vaskiarbeiði eg havi fingið.
Til bloggin hjá mær, so síggi eg hann bert sum ein frítíðarítriv, eg veit gott at eg ikki havi hildi hann nakað serligt við líka, og tað má bara vera soleiðis. Sjálvandi hugsi eg nógv um at vera meir til staðar, men av tí at tað bert er vikuskiftið eg ordiliga fái hvílt kroppin, so veri eg so dovin tá haha..
Tað skal nokk koma ein gongd í henda hálv gamla kroppin aftur.
So til eina meir sólskin nyggjheit, eg veit ikki hvussu tað er hent, ella sjálvandi veit eg at eg havi fingið góða hjálp frá mínum sálarfrøðingi, sum eg gekk hjá. Men lat meg rópa tað út, bara tí eg kann..
EG HAVI IKKI HAFT ÓTTA ANFALL Í 5 MÁNAÐIR!! Eg eri nakað so stolt og glað fyri alla hjálpina, eg havi fingið, eg eti eisini hvat passar mær uttan ein tanka av ótta.
Eg føli at eg dugi nógv betur at skilja kroppurin, og tað er eitt nakað so lekkurt at kunna skilja tankar og kropp. Eg skal ikki siga at eg ikki kann blíva órólig, men tað útviklar seg ikki til at eg liggi svøvnleys, og liggi og ristist alla náttina. Eg havi lært at gera meg róliga í einari óróligari støðu.