Tað var í 1999, vit 4 syskini uppá 17, 14, 11 og 8 ár fingið at vita at mamma var vorin sjúk og skuldi undur keilskurð. Hon fór so undur skurð og slapp skjótt heim aftur. Vit vistu ikki hvussu sjúk hon var tá.
Fyrst í ár 2000, fekk eg so at vita at mamma mín hevði krabbamein í lívmóður hálsinum. Hetta var ringasta tíðin í mínum lívið, eg kann minnast at eg ofta spurdi mammu um hon fór at doyggja, svari eg fekk var at tað ætlaði hon sær ikki.
Ì Feb 2000 fóru mamma, babba og lítla systur mín til Danmarkar, mamma skuldi undur skurð 8 Feb. Og eg havi føðingardag 9 Feb, tá fekk eg pakka úr Danmark, tað var ein hálsketa og 2 summarfuglar at seta í hárið.
Eg og míni eldru syskin búði hjá ommu tað tíðina, eg hevði tiki eina mynd av mammu við oman til ommu, so mamma var hjá mær uppá ein ella annan hátt. Um náttuna svav eg ikki, tí eg vaknaði ofta upp um náttina, har eg bara skríggjaði og grat. Skúlan kláraði eg slett ikki at hugsa um. Síðst í Feb vóru tey aftur í Føroyum, og glað var eg.
13 Mars 2000 skuldi mamma so niður aftur at fáa kemo og strálir, bara so tað var 100% vekk. Tá var eg við í Danmark, omma hevði sagt við mammu og babba at eg tók hetta so nær og hon helt tað vera sind fyri meg at vera eftur í Føroyum. Hetta var eisini fyrstu fer eg fór í eitt flogfar og til Danmarkar.

Vit búði á Hotel Tórshavn, sjúklinga hotelinum. Súsanna, lítla systi og eg gingu í "skúla" á hotelinum. Virgar Dalsgaard kom nakrar fer at undurvísa børninum á hotelinum. Tað var eisini ringt at fylgja við tá, tí vit hugsaði bara um at mamma skuldi blíva frísk aftur. Babba fór ofta við okkum ymsa staðni í Keypmannahavn, t.d djóragarðin, tivoli. í meðan mamma fekk kemo. Marjun systi kom til Danmarkar á páskum, tað var so hugnaligt, og ofta stuttligt eisini.
Niðriundur hotelinum, var ein Fakta handil, har vóru vit ofta og keypti eitt hvørt.
Vit vóru sjálvandi eisini á Ríkissjúkrahúsinum og vitaði mammu tá hon var við at vera ligu síðsta kemo posan, so komu vit við oman í kjallarin har strál behanlingin gekk fyri seg. Kann minnast at eg helt tað vera so løgi at síggja kvinnur uttan hár, tað var eisini hart at síggja ússalig fólk. Men vit vóru ikki so ofta á sjúkrahúsinum, kanska tí at mamma og babba vildu spara okkum fyri at síggja for nógv, ella eg veit ikki.
3 Mai komu vit so til Føroyar aftur, og 8 August fóru mamma og babba so niður aftur til kanningar. So í 5 ár skuldi hon ganga til kjekk upp á Landssjúkrahúsinum. Mamma er frísk í dag, tíbetur. Men minnini fara ikki heilt frá mær, hósat 17 ár eru liðin.
Beauty And Lifestyle By Maria Guttesen
Ingen kommentarer:
Send en kommentar