tirsdag den 17. oktober 2017

Frá 49 kg til + kg

Ja, í dag fari eg so aftur at skriva um eina lívshending, tað er nú soleiðis at eg havi ALDRIN veri yvurvekti sum barn ella sum teenageari.

At síggja myndir av mær frá tá eg var 14-15 ára gomul, kann fáa nøkur tár fram í dag, tá kundi eg eta hvat eg vildi uttan at taka uppá, eg keypti XS í klæðum tað vil siga at eg kundi næstan bara, velja mær klæðir sum mær dámdi og so keypa tey, tí eg passaði tey uttan nakran trupuleika. Men eg vil eisini siga at tað var ikki eitt sunt lív hjá mær tá, og eg visti heldur ikki at eg hevði eina sjúku, sum eg komi at skriva um um eitt løtu. Tað lívið eg livdi var at eg tók sigarettirnar framum at eta, og ikki nógvar pengar hevði eg at keypa sigarettir við, so eg fór til filtur sigarettir, ella tær man ger sjálvur. Tað var ofta at eg ikki átti pengar til tubak, so eg koyrdi kaffi í sigarett-filtri og roykti tað, eisini kom tað mangan fyri at eg samlaði stubbar av vegnum. Men alt hetta hevði ein enda tíbetur, sum 16 ár, bleiv eg innløgd við staðfesting av astma, eisini fekk eg at vita at eg 110% sikkurt ikki bleiv 30 ár um eg forsetti uppá henda mátan við royking. Eg havi so veri roykfrí í 11 ár.  
                  
Eg fekk staðfest astma, sum er ein lungasjúka. Og tá byrjaði vektin eisini at broytast, eg át væl eisini og eg var glað fyri at vera komin heim aftur. Men roykingin steðgaði ikki fyrr enn 3 ár aftaná eg fekk astma. Tað gekk upp fyri mær at eg hevði meir at liva fyri enn einari sigarett, so eg keypti mær plástur, tað vakti ordiliga óttan fram hjá mær, tí eg bleiv illa fyri av plástrinum. Eisini um tað mundi hevði eg ein sjeik sum ikki var so glaður fyri at eg roykti. Eg byrjaði so at taka meir og meir uppá nú sigarettirnar ikki vóru har meir, og er át nógv bomm og sodavatn fyri at erstatta sigarettina. Tað vil siga at kg fossaði uppá meg, tað var sera undarligt fyri meg at ikki passa klæðini hjá mær meir, og skulla keypa L í buksum. 

Mamma fekk so um tað tíðina Diabetes 2, og tá byrjaði eg eisini at fara uppá kur fyri at stuðla henni, vit búði á Berjabrekku í Havn tá, og tá var óført at ganga ein túr oman í Sms at keypa salat í Miklagarði og buss heim aftur, eg tapti meg eisini nógv tá. 

Eg havi so sjálvandi tikið nógv meir kg uppá síðani hesar myndirnar, og veri uppá kur aftur uttan úrslit. Eg vil eisini fortelja tykkum um munin at vera undurvekti og yvurvekti, eg eri tann sama kvinnan, tann einasti munurin er at tá hevði eg ein klænan kropp, og hevði tað ikki gott, og í dag havi eg tað gott, bara ikki við mínum kroppi. Tað er bara eg sum kann gera nakað við tað, men tað er nemmari sagt enn gjørt, tá man hevur eina so søta tonn sum eg. 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar