Eitt sum eg havi gjørt nógv i seinastuni, er at hugsa hvat fólk hugsa um meg.
Eg havi brúkt nógva orku uppá at hugsa, hvi eg ikki kann fáa vinfólk líka sum øll onnur?
Hvat er so óvinarligt við mær? Og enntá eri eg ikki sum onnur?
Tað er royni hvønn dag, er at vera tann besta verstiónin av mær. Eg vil sjálv lýsa meg sum at vera menniskjalig, vinarlig og erlig, sjálv haldi eg ikki at nakað er gali við mær. Men eg veit at viðhvørt kann eg vera for erlig, og siga mína meining tá tíðin er skeiv til tað.
Men eg vil siga at í tíðini har óttin hevði valdi yvur mær, tá “goymdi” eg meg fyri fólkið. Eg vildi ikki vísa fólkið at eg var veik og óskil var á mínum etingarlag og tankagongd.
Ja, eg vil siga at tá tað ringast stóð til var eg ikki til at fáast við, eg var ill og kedd at onnur høvdu ein vanligan gerandisdag og kundi fungera sum normalt.
Við hvørt havi eg enntá givið tankan um eg ikki havi nemt við at fáa vinfólk, tí eg ikki gekk í barnagarð, men tað er als ikki bara eg sum ikki havi gjørt tað.
Man hoyrur altíð fólk siga “ eg skíti á hvat fólk siga og halda um meg”, men gera vit virkuliga tað?
Vilja vit øll ikki hava at fólk halda okkurt gott um okkum? Ella er tað bert fólk í kenna teg, sum kunnu siga sína meining við teg, og so metur tú sjálv um tú blívur kedd ella glað? Tíverri er tað so lætt at fáa eitt rygti í Føroyum, eg veit um persónar sum enn í dag, hava enn avleiðingar av hvat tey hava gjørt sum ung.
So hugsa vit ikki øll eitt sindur um hvat fólk halda um okkum? Eg vildi sagt sjálvandi, men tað er so ymskt hvussu tann meiningin rakar.
Eitt orðatak er “Um tú ikki hevur nakað gott at siga, so lat vera at siga nakað”
Vinarbond eru slitnaði av orðum, syskin tosa ikki saman av orðum osfv.
So hugsa, áðrenn tú sigur 😉
Vh, By Maria Blogger
Ingen kommentarer:
Send en kommentar