Ì dag fari eg at skriva eitt sindur um innrætting.Tað er eingin loyna at tað er mest eg sum innrætti heima hjá mær og sjeikinum.Eg elski frískar litir og plantir. Vit leiga eini hús í Runavík, tey eru bygd í 1900 og grøntkál, eg vil siga at stovan og kamari er moderna, men wc, køkur og gongd er gamalt. Av tí at vit aftur skulu flyta skjótt, so tíma vit ikki at gera tað stóra burtur úr við at mála osfv. tí tað skal gerast nýtt innan.

Húsini hava dubult stovu og tað er tað sum eg havi lagt mest vekt uppá at hugna um, tí tað er her vit dáma best at slappa av aftaná arbeiði og í vikuskiftinum. Vindeyguni blívu skift í fjør summar, so her er deiliga heit og heimligt nú. Mær dámar ikki tá karmarnir eru pakkaðir í óruddi og plantum, man skal kunna lata vindeyga upp uttan at skulu flyta ting áðrenn.
Hetta eru so myndir frá stovuni.






Ingen kommentarer:
Send en kommentar