mandag den 8. januar 2018

Soleiðis ynski eg mítt 2018 skal vera

Ja, so eru vit komin inní 2018 og eg havi nøkur ynskir sum eg hopi koma at ganga upp. 
Millum annað so vil eg sleppa at uppliva okkara Føroyar meir, Suðuroy havi eg ikki uppliva nakað serligt, var á Jóansøku í Vági fyri nøkrum árum síðani. Mykines havi eg heldur ikki veri, og heldur ikki bygdirnar sum ikki eru landfastar har norði. 

Síðani vil eg eisini sleppa at luttaka meir í tí sum summari hevur at bjóða okkum, eitt nú festivalarnar. Eg fekk atgongumerkið til Voxbotn í jólagávu, og til Summarfestivalin havi eg keypt mær sjálv. Annars bara hugnan sum er við Føroyum um summari, Slættaratindur hevur leingi veri á mínum ynskilista. Man tað ikki vera tíð uppá at ganga uppá hann ⛰

Eisini hava eg og sjeikurin tosa um at fari til Norge í summar, at vitja familjuna hjá honum. Men enn er tað bert tos. Eg havi sjálv eisini nógva familju har, so tað hevði veri stuttligt um eg eisini kundi sloppi at heilsa uppá tey. ✈️

Tað hevur langt um leingi veri eitt ynski hjá mær at gerast mamma, men møguliga verður tað í ár. 🤰🏼Ongin veit. Eg havi so í hvussu so er ein ordiliga fittan papp-son sum eg eri rættiliga góð við. 🤱🏻

So er tað eisini tað at í Feb. veri eg 30 ár, og føli eitt sovurit “omg, eg veri for gomul til... “ ein sovurin krisa har man følur seg vilja náa alt áðren man verður 30, trúgvi summi kunnu fylja tí eg meini við, eg hevði hugsanir um at vera gift áðren og møguliga hava 2 børn og osfv. Men nei, eg má so pent sita uttan børn og mann og eta lagkaku frá Miðberg 🙈







Ingen kommentarer:

Send en kommentar