tirsdag den 9. januar 2018

For naiv?

Ja, so komi eg við einum blogg inleggið avtræt, tað er so nógv sum fyrigongur í mínum høvdu fyri tíðina, nú eri eg irritera inná mátan eg eri uppá, tí eg føli at eg eri for góð av mær.

Tað er nú soleiðis, at eg havi tað við at biða um umbering fyri ting sum eg eri partur av, men hin parturin sigur aldrin umskylda fyri sín part. So kemur spurningurin, er tað eg sum eri naiv og býtt ella er viðkomandi bara líka glaður.? Eg biði enn tá umbering fyri tá fólk hava særa meg, bara fyri fri skyld.

Eg HATI at vera óklár við fólk, eg haldi lívið er for stutt til at ganga súrur og svína fólk til.
Mær dámar nógv betur at tosa um tingini, og um tað ikki kann lata seg gera so for guðs skyld latið hvønn annan fáa frið at liva.

Einki er meir býtt enn at ganga bittur og gronutur. Grundin til eg sigi soleiðis er tí fyri uml. 1 árið síðani hevði eg eina venindu sum eg helt var mín besta veninda, men soleiðis var tað openbart ikki, máti vit blivu óvinur uppá hoyrur heima hjá einum teenageara, har man beskyldar hin partin til at vilja fylgjast við manfólkið í staðin fyri sær.
Eg havi roynt at siga umskylda fyri mín part, tí eg haldi bara hatta var barnsligt og tápuligt. Men eg havi ikki fingið umbering aftur, hví veit eg ikki?
Men friður veri við tí.

Eg eri komin til har í lívinum at man blívur vaksin, og hampulig.
Góð karma er at um tú fert væl við fólkið og tosar vinarligt, so gera tey tað eisini við teg.
Tú tekur heldur ikki skaða av at biða um umbering, og geva eina hjálpandi hánd av og á. Eitt sum eg haldi er góður stílur er, tá fólk innramma at tey hava gjørt einum órætt, og biða um umbering fyri tað.

Soleiðis er bara mátin eg eri uppá, um tað er skeift ella rætt, i dont know?





Ingen kommentarer:

Send en kommentar