torsdag den 5. april 2018

Kyllinga Suppa við Fersken

Er tað nakað sum mær dámar best, so er tað at prøva nýggjar matuppskriftir. Ì dag vil eg so deila eina suppu uppskrift, sum eg fekk til ein føðingardag, og sjálv hevði eg hesa suppu til mín 30 árs føðingardag. Eg deildi eitt instagram clip av henni fyri nøkrum døgum síðani.

Suppan røkkur ca. til 4 fólk.

Tað sum skal í suppuna er:

2-3 leykir
2-3 fed av hvítkeyki
1 blikk av hakkaðum tomatum
1 blikk av fersken
1-2 pakkar av róma
2 kyllingafilled
1 supskeið av olju
Karry (vit plaga at smakka til)

Soleiðis gert tú:

Sker kyllingafilled i smáar terningar. Koyr ca 5 dl av vatn í eina grytu, og koyrd filledi i har at kóka í ca. 15 min. Síðani skerur tú leykin og hvítleykin smátt og koyrur tað á eina pannu at brúnka. Tá leykurin er brúnkaður koyrur man hann í grýtuna, saman við øllum hinum ráðvørunum. Lakin frá fersken skal eisini í grýtuna, og fersken verður skorið í terningar eisini áðren tað verður koyrt í grýtu. Alt verður so kóka saman. Vit plaga at hava tað á kók til kyllingurin verður
bleytur ella upploysist ella so. Eisini ber til at brúka fisk, ístaðin fyri kylling.
Vælgagnist. Vh, By Maria

Ingen kommentarer:

Send en kommentar