Umhugsar tú okkurt lekkurt til veninduhygg ella bara okkurt afturvið einum góðum filmi. So er Nachos rætttiliga einfalt at gera.
Alt tú skalt brúka er:
1 Pk Tortilla chips (tú kanst velja við salt og chilli smak)
2 Pk Gestus kyllingastrimlar ( 1pk er eisini nokk)
1 Pk Rivnum osti
Soleiðis gert tú:
Tendra ovnin 200 hitastig.
síðani koyrur tú helvtina av Tortilla chipsinum í eldfast ílatið, síðan kylling omaná og so restina av pakkanum av chips og so ost ovast.
skal vera í ovninum í ca. 10 min ella til osurin er smeltaður.
Tað er sera lekkurt at hava súrróma, guacamole og salsa dip aftur við.
Vælgagnist
By Maria
Ingen kommentarer:
Send en kommentar