Eg veit ikki heilt hvussu eg skal byrja henda blog í dag, tí tað er so nógv eg vil skriva um sum sker í mínum høvdi í hesu stund.
Eg havi skjótt haft summarferiu í 1 mðn. og eg føli ikki nakað sum helst er komi burtur úr henni. Eg havi veri nakrar fer í Havn og vitja familjuna, hyggi eftur gossip girl, veri á Voxbotn og annars bara hugsa um lívið og hvussu einamøll eg eri.
Eg føli meg ikki væl fyri tíðina tí, eg havi for nógva tíð at hugsa. Onkur heldur kanska at tað er eitt luxus problem, men ikki hjá mær. Tað er slett ikki gott fyri meg at fáa møguleikan at hugsa, tað er tá óttin roynur at gerast ein partur av mær og far meg í ringt lag.
So seint sum í gjár, fekk eg eitt ótta anfall, tað kendis óbehailigt og eg føli bara at eg skuldi brotna. Eg grat sum ongantíð áður. Tað er nú soleiðis at eg føli meg ræðuliga einsamall tá sjeikurin er til arbeiðis. Men tann størsti saknurin er at kunna hava møguleikan at vitja eina venindu. Men eg havi onga í Eysturoy.
Tað er bara ein ljótur sirkul eg eri komin í, eg dámi ikki meg sjálva, og so slett ikki tankarnir eg hugsi um meg sjálva. Eg havi tosa nógv við sjeikin um mínar tankar, so tað er ikki ordiliga soleiðis at eg gangi og goymi teir. Eg eri so útlúgva og troytt av at vilja hava tann flotta kroppin, tað perfekta heimi, tað perfekta lívið. Eg veit væl at lívið er alt annað enn perfekt, men vit mugu royna sum best. At gera makeup video havi eg ikki tíma at gjørt í eina tíð, bara tí at eg orki ikki fyri mær sjálvari fyri tíðina. At koma heim frá arbeiði har eg havi vaska 4-5 wc kummur og so leggja makeup á meg tá eg komi heim, tími eg slett ikki.
Eg havi vist nokk gjørt eitt video fyrr hvussu eg haldi mítt hár sunt og lekkurt. Men sum við klæðnamótanum, skifti eg eisini shampoo og styling produktir út. Mær dámar væl at prøva meg fram, til eg havi funni tað mær dámar, so tá ein tíð er gingin prøvi eg okkurt nýtt.
Ì løtuni brúki eg shampoo og balsam úr merkinum Hair Academy, keypt frá Sheep.
Eitt tað mest umráðndi er at vita hvat hártypu tú hevur, og síðani keypa shampoo og balsam til røttuhártypu. Eg sjálv havi Fínt hár, so tað eg vísi tykkum er til fínt hár.
Mær dámar best at lata mítt hár torna av sær sjálvum, men jú tað sker at eg brúki hárturkara, og tá sprayði eg altíð hitaverju á fyrst. Tað sum eg brúki er Wella Eimi Heatprotector.
Mær dámar best at koyra hann í damp vátt hár, men hann kann eisini koyrast í turt hár. Eg havi keypt dunkin frá Lookfantastic.com.
Eitt sum eg keypti mær fyri mínar feriu pengar, var eitt slættijarn, tað sum eg hevði riggaði fínt, men tað roytti so illa og av tí sama losaði eg illa. So eg keypti mær eitt HH Simonsen Infinity slættijarn frá Divine, eg meini tað kostaði 999 kr. Sum tit síggja so var nógv við í erskjuni, 1 Wet Hárbust, 2 klemmur, 3 elastik, 1 slættijarn, og 1 taska til Jarni. Og vit sum vóru ung fyrst í 2000 vita hvussu gott strúkijarni slættaði hárið, hetta er akkurát líka gott sum tað. Eg eri so mega glað fyri tað. Til Síðst vil eg vísa tykkum hvat fyri olju eg koyri í mína hárlokkar aftaná tað er slætta, System Professional LUXEOIL eitur hon.
Endiliga IKKI koyr olju í hárbotnin, um tú vilt ikki vil síggja út sum tú hevur ikki veri í bað í eina tíð. Eg koyrði 1-2 pump í hondina og klamsi hendurnar saman og so koyri eg bara í hár endarnar. Og so luktar oljan so væl.