Eg havi skjótt haft summarferiu í 1 mðn. og eg føli ikki nakað sum helst er komi burtur úr henni. Eg havi veri nakrar fer í Havn og vitja familjuna, hyggi eftur gossip girl, veri á Voxbotn og annars bara hugsa um lívið og hvussu einamøll eg eri.
Eg føli meg ikki væl fyri tíðina tí, eg havi for nógva tíð at hugsa. Onkur heldur kanska at tað er eitt luxus problem, men ikki hjá mær. Tað er slett ikki gott fyri meg at fáa møguleikan at hugsa, tað er tá óttin roynur at gerast ein partur av mær og far meg í ringt lag.
So seint sum í gjár, fekk eg eitt ótta anfall, tað kendis óbehailigt og eg føli bara at eg skuldi brotna. Eg grat sum ongantíð áður. Tað er nú soleiðis at eg føli meg ræðuliga einsamall tá sjeikurin er til arbeiðis. Men tann størsti saknurin er at kunna hava møguleikan at vitja eina venindu. Men eg havi onga í Eysturoy.
Tað er bara ein ljótur sirkul eg eri komin í, eg dámi ikki meg sjálva, og so slett ikki tankarnir eg hugsi um meg sjálva. Eg havi tosa nógv við sjeikin um mínar tankar, so tað er ikki ordiliga soleiðis at eg gangi og goymi teir. Eg eri so útlúgva og troytt av at vilja hava tann flotta kroppin, tað perfekta heimi, tað perfekta lívið. Eg veit væl at lívið er alt annað enn perfekt, men vit mugu royna sum best. At gera makeup video havi eg ikki tíma at gjørt í eina tíð, bara tí at eg orki ikki fyri mær sjálvari fyri tíðina. At koma heim frá arbeiði har eg havi vaska 4-5 wc kummur og so leggja makeup á meg tá eg komi heim, tími eg slett ikki.
Men ja, hetta er so ein life update.
VH, By Maria

Hey Maria
SvarSletTađ ljóđar sum tú hevur brúk fyri at tosa viđ onkran sum hevur serkunnleika hevur tú roynt at tosa viđ lækna tí tađ er ikki lætt at hava tađ sum tú ❤
hey, orsaka so seint svar. ì fjør gekk eg hjá sálarfrøðingi. Men eg havi hugsa um at fara aftur til hana.
SletHey Maria,
SvarSletKeðiligt, at tú hevur tað so ringt.
Hevur tú hugsað um at gera ein bindiklubba ella líkanndi, so at tú fært samband við javnaldrandi í økinum, har tú býr?
Eg veit, at samkomur hava ofta gruppur, har konufólk møtast til ein drekkamunn, og tað kundi verið áhugavert at melda teg til ella farið uppí.
Kanska gera ein facebook bólk til damur, ið eru í Eysturoynni og vilja møtast, tí so fært tú eina nýggja sociala gruppu :)
Tað er sjálvandi ikki lætt at vera so framlig og skipa fyri sovornum, men hvør veit, kanska tú finnur fleiri nýggjar vinkonur, sum tú kann brúka dagligdagin saman við :)
Góða eydnu :)
Hey, orsaka so seint svar. Eg haldi tað hevði veri hugnaligt at haft samband við kvinnur uppá mín aldur. Eg veit bara ikki heilt hvar eg skal finna tær.
Slet