Men sum við klæðnamótanum, skifti eg eisini shampoo og styling produktir út. Mær dámar væl at prøva meg fram, til eg havi funni tað mær dámar, so tá ein tíð er gingin prøvi eg okkurt nýtt.
Ì løtuni brúki eg shampoo og balsam úr merkinum Hair Academy, keypt frá Sheep.


Eitt tað mest umráðndi er at vita hvat hártypu tú hevur, og síðani keypa shampoo og balsam til røttuhártypu. Eg sjálv havi Fínt hár, so tað eg vísi tykkum er til fínt hár.
Mær dámar best at lata mítt hár torna av sær sjálvum, men jú tað sker at eg brúki hárturkara, og tá sprayði eg altíð hitaverju á fyrst. Tað sum eg brúki er Wella Eimi Heatprotector.

Mær dámar best at koyra hann í damp vátt hár, men hann kann eisini koyrast í turt hár. Eg havi keypt dunkin frá Lookfantastic.com.
Eitt sum eg keypti mær fyri mínar feriu pengar, var eitt slættijarn, tað sum eg hevði riggaði fínt, men tað roytti so illa og av tí sama losaði eg illa. So eg keypti mær eitt HH Simonsen Infinity slættijarn frá Divine, eg meini tað kostaði 999 kr.

Sum tit síggja so var nógv við í erskjuni, 1 Wet Hárbust, 2 klemmur, 3 elastik, 1 slættijarn, og 1 taska til Jarni. Og vit sum vóru ung fyrst í 2000 vita hvussu gott strúkijarni slættaði hárið, hetta er akkurát líka gott sum tað. Eg eri so mega glað fyri tað. Til Síðst vil eg vísa tykkum hvat fyri olju eg koyri í mína hárlokkar aftaná tað er slætta, System Professional LUXEOIL eitur hon. Endiliga IKKI koyr olju í hárbotnin, um tú vilt ikki vil síggja út sum tú hevur ikki veri í bað í eina tíð. Eg koyrði 1-2 pump í hondina og klamsi hendurnar saman og so koyri eg bara í hár endarnar. Og so luktar oljan so væl.
Vh, By Maria
Ingen kommentarer:
Send en kommentar