onsdag den 2. august 2017

Bert ein fløkjaslig tankagong

Tá eg hugsi fram eftur, so ger tað meg eitt sindur óróliga. Tað følist sum eg standi í stað, og onnur hava langt síðani funni sín veg út í lívið. Hava funni sær fótafesti, børn og hús, og ikki at gloyma útbúgvingina. Men enn siti eg í songini og skrivi um tankar og hugsi um hvussu hini eru komin víðari í lívinum. Hetta er nakað sum fyllur nógv í mínari tankagong hvønn dag. Man far ofta spurningin " hvat gert tú so til dagligt?", tað er so pínligt at ein kvinna uppá næstan 30 ár, skal siga "Eg eri heimagangandi". Og so halda tey at eg eri heimagangandi mamma, men so soleiðis er ikki. Eg eri ikki uppvaksin við at skulla upp, at arbeiða sum tannáringur, tá skúlin hevði summarferiu. Eg slapp at njóta feriuna, sum eg vildi, og tað var eisini lekkurt. Men eg eri sikkur í at hetta hevur givi avleiðingar fyri meg í dag. 
Sum lítil genta, hevði eg dreymar..og tað føldist so stuttligt og veruligt. Eg gjørdi runukøkur í hópatal, eg spældi handilskona og droymdi um at vera prinsessan sum fann sin prins. Men soleiðis havi eg tað slett ikki longur, prinsin havi eg funni, men starvi er ikki komi uppá pláss. Tað følist sum eg vil prøva at fara í starv, men so kemur kenslan, tú kanst ikki Maria, hetta fert tú ikki at orka. Eg blívi so irritera, mest inná meg sjálva, tí eg veit at eg kann og dugi at arbeiða. 
Sum tit nokk vita, so skifti eg navn á mínum bloggi, frá sminka by Maria til beauty and lifestyle by Maria Guttesen, tí eg vildi útvikla hann til móta, makeup og lívstíl. Men eisini her føli eg meg at standa í stað, tað er sum tankar og tíðin ganga fór skjót til eg kann koma við einum góðum hugskoti. 

Eg vil bert í dag, deila eitt sindur av mínum tonkum. Kanska onkur hevur tað uppá sama máta sum eg, og vil deila sínar tankar eisini. 

Vh, Beauty and Lifestyle by Maria Guttesen


Ingen kommentarer:

Send en kommentar