onsdag den 30. august 2017

Her shoppi eg online

Eg havi so ofta fingið fyrispurningar hvar eg keypi klæðir og makeup á netinum, so í dag fari eg at fortelja tykkum tað.

Hetta eru síðinar eg shoppi makeup.

Makeup-online.dk Hetta er ein Danskur nethandil, sum selir bíligar beauty vørur, eisini kann eg siga at tey levera vøruna innan 2-3 dagar.

www.tambeauty.com Hetta er ein UK nethandil, sum selur vørur við kvaliteti men einum bíligan penga, eg havi her er tað eitt sindur longri at bíða eftur vøruni, ca. 2-3 vikur.

So vil eg eisini fortelja tykkum eitt sindur um Beauty boksinar, frá Lookfantastick.dk eg havi ikki fingið mær hana henda mánan av tí at pengarnar hava ikki veri til tað, men eg vil fortelja eitt sindur um tær, hetta er ein boks sum hevur alt slag av beauty produktir í, sum td. makeup, shampoo, skincare, haircare. Eg koyri eitt link her so tit síggja prísin á henni, við at fáa tykkum fleiri mánar, jú meir sparir tú.





Og so til hvar eg shoppi klæðir frá, eg havi líka síðani eg fekk størri krop, sagt at eg haldi ikki at tað er so stórt úrval av lekkrum klæðum til kvinnur við formun, eg kann siga sum er at eg skilji ikki at man ger klæðir til stórar kvinnur so kiksaði, eg kundi ikki funni uppá at lati meg í ein kjóla sum sær út sum eitt telt, bara so onnur ikki skuldi sæð eina dellu hjá mær. Men slett ikki tað, øll hava ikki sama smag sum eg í klæðum, og heldur ikki er tað pent tá ein stór dama kroystur seg í ein for lítlan topp. Men her shoppi eg so klæðir, støddinar hava ongantíð sviki meg enn.

www.na-kd.com Her eru mega lekkur klæðir, og leveringstíðin er ca.2-3 vikur.

www.stylepit.dk her kanst tú shoppa, konufólka klæðir, mannfólka klæðir, barnaklæðir og ídráttar klæðir. leveringstíðin er 2-3 vikur.


Hetta er so hvar eg shoppi fyri tað mesta online, sjálvandi keypi eg eisini klæðir í Føroyum, sum td. keypi eg buksir frá Rokoko. Og makeup í Matas, Glimmur osfv.


Beauty and Lifestyle by Maria Guttesen xo

OBS! Eg vil líka siga at hetta er ikki reklama fyri síðinar, eg fái einki fyri at skriva um tær. 
























torsdag den 10. august 2017

Mindfullness

Eg havi fingi mær ein kopp av sitróntea og sukur, eg havi eitt sindur av krím og regni drippar av tekini. Men tað er henda tíðini at nógv hava krím.
Eg vil í dag fortelja tykkum eitt sindur, um Mindfullness virkar fyri meg? Hvussu gongur tað fyri seg? osfv. Hetta er alt bara mínar erfaringar við Mindfullness, og tað var í Januar í ár at eg prøvaði tað fyrstuferð. 

Mindfulness er som et spejl du holder op foran dig selv. Et spejl der afslører alle dine kvaliteter, vaner, behov, instinkter, tanker følelser. Noget du har det godt med – andet du ikke har det godt med, noget du har svært ved at acceptere. De lyse sider og mørke sider. Accepten af det hele er nøglen i mindfulness og nøglen til udvikling. Når du først har set på og accepteret de mindre rare sider ved dig selv, fx jalousi, nærighed, egoisme osv. kan du begynde at arbejde med de sider. Når du erkender og accepterer dine negative reaktionsmønstre er det muligt at bryde dem. (levlykkeligt.dk)


Tit sum hava fylgt mær leingi á síðini, og kenna meg, vita at eg havi haft mínar degar við ótta, oftast hava teir veri ræðuligir. Eg kann minnast at eg tordi ikki eta ymiskan mat, eg tordi ikki at sovna, og eg hevði eitt sindur av sosialfobi. Næstan alt hetta er nú broytt til tað betra. Eg byrjaði so at ganga hjá einum sálarfrøðingi í Havn, sera dugnalig og fitt. Eg spurdi so sálarfrøðingin um hon ikki kundi geva mær nøkur amboð at hjálpa mær tá eg fekk ótta herindir, og tað kundi hon gott. Hon vísti mær so sína youtube rás, har hon hevði gjørt nøkur Mindfullness ljóðupptøkur, og so vóru tær eisini á Føroyskum. Eg fór so heim, og var sera spent uppá at vita um hetta hjápti mær yvurhøvur. 

Tá eg so var komin heim, fór eg inn í kamari, koyrdi gardinunar fyri og lagdi meg í songina og dýnina uppá meg og eyguni aftur. Tað er umráðandi at tú ert heitur nokk og tað er friðarligt inni og so dámar mær best at tað er myrkt í rúminum. Eg tendri so tað fyrsta video, Bløð eftur ánni, sum gongur út uppá at hugsa um eina áð, sum er tryg at sita hjá, tað kann væl vera ein áð sum tú kennur væl, og so skal tú fyristilla tær at tú hevur ein bunka av bløðum sum eru dáttin av einum træði, á hvørt blað leggur tú ein tanka, tað er líka mikið um hann er positivur ella negativur, og so leggur tú blaði í ánna og letur tað flóta oman eftur ánni, uttan at skumpa til tað. 

Tá ljóðbandi er liðgut, og eyguni eru komin upp aftur, er man eitt sindur linur, men avslappaður alíkavæl. Eg føli tað sum eg eri komin úr eina skel, sum persónurin sum lagdi seg at gera Mindfullness, er vaknaður úr tí kroppinum og so eri eg meir rólig eisini. 

Man kann brúka Mindfullness til alt møguligt, at tapa seg, ótta, stress, leggja av at roykja osfv. 
Eftur mínari meining hevur Mindfullness hjálpt mær ótrúliga væl at koma frá ótta herindir hvørt kvøld, til ikki ótta herindir í yvur 1 mána. Eg dugi at skilja bæði tankar og kroppin betur, og eg eri eitt við kroppin, tað sum sker tá tú fart ótta herindir er at kroppurin heldur at nú er vandi á fer, tí tankarnir siga tað og so blívur tú bangin. Eftur mínari meining burdi øll givið Mindfullness ein kjans. 

Vh, Beauty and Lifestyle By Maria Guttesen


tirsdag den 8. august 2017

"Kom bara við"

Eg eri júst vakna, eg siti í songini og havi koyrt hárið uppí ein fløkjasligan top.

Í dag havi eg hug at fortelja tykkum um mínar erfaringar við lívinum, tað er nú soleiðis at eg havi prøva nógv av hvørjum. Men í dag vil eg skriva mest um, at vera gentan í ikki hoyrur til.

Tað er aldrin eitt gott følisi at fáa at man ikki hoyrur til, men tað er kenslan eg føldi nógv sum tannáringur og eg kann eisini føla kensluna í dag bara ikki uppá sama máta. Í dag rópar eingin eftur mær, men eg føli meg ofta einsamall ímillum fólk. Men tá velji eg sum oftast at fara heim, eg vil ikki útseta meg sjálva fyri at føla meg veika og uppá ein ella annan hátt býtta. Eg havi bæði veri til føðingardegar o.a. har eg havi følt tað sum, eg eri bjóða við til føðingardagar tí sjeikurin er bjóðaður, men vit tíma faktist ikki at tosa við teg ella nakað. Eg veit sum oftast áðrenn hvar eg kann forvanta at sita fyri meg sjálva alt kvøldi, og nær fólk veruliga vilja hava meg við. Fólk siga ofta við meg, Maria, fyri tú skalt hava tað stuttligt, mást tú sjálv gera tað stuttligt. Tað kann væl vera, men hví bjóða mær við tá eg sjálv má undurhalda mær, er tað ikki verturin sum hevur ábyrd av at gestirnir hugna sær, í sínari veitslu? Tað vildi eg sagt. Eg vildi heldur ikki haft bjóða einum fólki, til at vera "pútan" í sofuni ímeðan eitt glas og annað fer niðurum við stóra borið í stovuni, har øll sita við einari kenning og tosa um lokalu fólkini í bygdini. Tá eg júst var flutt til Runavíkar, var eg nakað so irritera tá tosa var um fólk eg yvurhøvur ikki kendi, og so at spæla sjavs. Sum eg heldur ikki dugi, kortspæl hevur ikki veri nógv av í okkara familju, tað var mest ludo og sovurit. Eg havi tað ikki soleiðis í dag, sjeikurin sum oftast forklárar mær hvør er hvør, vit hava búð í Runavík í 1/2 ár nú, so eg veit nøkurlunda hvør er hvør.

Eg eri í dagligdegnum einsamøll, vinfólk havi eg næstan ongin, eg dámi væl at hava mína rotinu. Sjeikurin arbeiðir og eg eri heima, mær dámar væl at bakað og blogga. Mær dámar so væl at fáa frið.

Vh, Beauty and Lifestyle by Maria Guttesen


onsdag den 2. august 2017

Bert ein fløkjaslig tankagong

Tá eg hugsi fram eftur, so ger tað meg eitt sindur óróliga. Tað følist sum eg standi í stað, og onnur hava langt síðani funni sín veg út í lívið. Hava funni sær fótafesti, børn og hús, og ikki at gloyma útbúgvingina. Men enn siti eg í songini og skrivi um tankar og hugsi um hvussu hini eru komin víðari í lívinum. Hetta er nakað sum fyllur nógv í mínari tankagong hvønn dag. Man far ofta spurningin " hvat gert tú so til dagligt?", tað er so pínligt at ein kvinna uppá næstan 30 ár, skal siga "Eg eri heimagangandi". Og so halda tey at eg eri heimagangandi mamma, men so soleiðis er ikki. Eg eri ikki uppvaksin við at skulla upp, at arbeiða sum tannáringur, tá skúlin hevði summarferiu. Eg slapp at njóta feriuna, sum eg vildi, og tað var eisini lekkurt. Men eg eri sikkur í at hetta hevur givi avleiðingar fyri meg í dag. 
Sum lítil genta, hevði eg dreymar..og tað føldist so stuttligt og veruligt. Eg gjørdi runukøkur í hópatal, eg spældi handilskona og droymdi um at vera prinsessan sum fann sin prins. Men soleiðis havi eg tað slett ikki longur, prinsin havi eg funni, men starvi er ikki komi uppá pláss. Tað følist sum eg vil prøva at fara í starv, men so kemur kenslan, tú kanst ikki Maria, hetta fert tú ikki at orka. Eg blívi so irritera, mest inná meg sjálva, tí eg veit at eg kann og dugi at arbeiða. 
Sum tit nokk vita, so skifti eg navn á mínum bloggi, frá sminka by Maria til beauty and lifestyle by Maria Guttesen, tí eg vildi útvikla hann til móta, makeup og lívstíl. Men eisini her føli eg meg at standa í stað, tað er sum tankar og tíðin ganga fór skjót til eg kann koma við einum góðum hugskoti. 

Eg vil bert í dag, deila eitt sindur av mínum tonkum. Kanska onkur hevur tað uppá sama máta sum eg, og vil deila sínar tankar eisini. 

Vh, Beauty and Lifestyle by Maria Guttesen